Ítróttur

Jan Elmar kemur at venja rennarar hjá Frælsi

...

2017-04-17 17:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv:

Jan Elmar kemur at venja rennarar hjá Frælsi

Komandi hósdag, 20. apríl kl. 17.30, verður fari undir fastar venjingar við venjara. Tað er Jan Elmar, sum er royndur rennari, ið kemur at standa fyri venjingini og fer at gera eina venjingarskrá at fylgja 3 dagar um vikuna. Hvønn hósdag verður Jan Elmar við og kemur at geva góð ráð um tempo, teknik o.a. sum fer at hjálpa bæði óroyndum sum royndum rennarum at koma gott í gongd, eins og at fyribyrgja skaðar sum ofta koma av at ikki verður runnið rætt.

Seinni verður møguligt at taka eina test á rennibandi sum vísir á hvørjum støði man er á og harvið fáa vegleiðing í hvussu man kann betra um støðið. Testin vísir somuleiðis hvussu skjótt ein kann renna fyri at gjøgnumføra t.d. ein tein á 10km ella eitt hálv maraton. Hendan testin kostar 1.300,- men um nóg nógv tekna seg verður testin gjørd her vesturi og fæst fyri 999,-.

Jan Elmar kemur eisini at vegleiða í hvørjir skógvar passa best til hvønn einstakan og verður møguligt at keypa skógvar frá Rennarinum við 20% avsláttri.

Limagjaldið í hjá Frælsi er kr. 200,- um árið. Kostnaðurin fyri venjara, vegleiðingar og venjingarskrá er kr. 300,- fyri limir í Frælsi.

Byrjað verður í Miðvági 20. apríl kl. 17.30. Vit møtast við MB húsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder