Ítróttur

Jan Dam høvðusvenjari hjá HB

...

2015-10-12 19:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HB.fo skrivar: Fyri lítlari løtu síðan varð avtala gjørd, ið hevur við sær, at Jan Dam verður nýggjur høvðusvenjari hjá Havnar Bóltfelag komandi tvey árini.

Taklarin úr Landskrona, Jan Christian Dam, er ein livandi legenda í Havnar Bóltfelag og føroyskum fótbólti sum heild, og orð eru fátøk í lýsingini av einum av okkara allar bestu synum.

Umframt at verða knýttur at umdómspartinum hjá HB, hevur Jan, seinna partin av kappingarárinum í ár, verið hjálparvenjari hjá Milan Cimburovic.

Nú hevur Jan tikið enn ein stig upp, og við hesi uppgávuni hevur fyrikomandi og fryntligi verjuleikarin við knívskarpa bólteyganum sett seg í einum av heitastu stólunum í Føroyskum fótbólti.

Vit fegnast um, at ein av okkarar egnu tekur við ábyrgdini av mest vinnandi felagnum í landinum.

Hjartaliga til lukku við sáttmálanum og bestu eydnu við uppgávuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder