2015-10-27 01:45
Høvuðsstuðulin hjá B36 verður tann sami í 2016.Hetta varð kunngjørt á árveitsluni leygarkvøldið.
Tað verður framhaldandi J&K Petersen, sum fer at prýða spælibúnan hjá B36 í 2016.
Á ársveitsluni leygarkvøldið fekk høvuðsstuðul okkara sjálvandi eisini orðið, og har varð sagt, at tey hava verið somikið væl nøgd við undanfarna kappingarár, at tey heldur enn gjarna eisini vilja verða partur av B36 í 2016.
J&K Petersen Contractors, sum er ein av heilt stóru byggifyritøkunum í Føroyum, fylti annars 40 ár fyrr í ár. Á veitsluni fingu tey eina føðingardagsgávu, sum var ein spælibúni, har allir spælararnir høvdu sett autograf á.
Vit í B36 takka J&K Petersen fyri gott samstarv í 2015 og vóna hetta samstarvið hevur við sær enn eitt FM í 2016.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald