2016-05-12 15:57
Borgarstjórin í Kvívíkar kommunu Danjál Petur Müller fegnast um, at jaliga gongdin í Kvívíkar kommunu heldur áfram. Skattainntøkan hjá kommuni er støðugt vaksandi og í ár er 10,67% størri vøkstur í mun til í fjør.
Gleðiligt er eisini at síggja, at ung pør seta búgv í kommununi. Fyrr í vikuni blivu hús reist í Kvívík. Í 2015 vóru 6 grundstykkir sett til sølu og vórðu tey seld innan stutta tíð, helst hava ókeypis plássini á dagstovninum Áarlon verið ein av orsøkunum til jaligu gongdini. Kommunan arbeiðir nú miðvíst við at útvega fleiri grundstykkir, og eru longu fleiri á bíðilista.
Í Leynum eru enn tøk grundstykkir og er møguligt at lesa meira um hesi á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu www.kvivik.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald