Ítróttur

Jákup Sveinbjørn longt sáttmálan

...

2016-09-20 22:14 Author image
placeholder

07Vestur: Fyrireikingarnar til komandi kappingarár halda fram, og í kvøld hava 07 Vestur og Jákup Sveinbjørn Olsen, ið er ein av mset leikandi spælarum felagsins, longt sínamillum sáttmálan.


Bert 21-ára gamli Jákup Sveinbjørn hevur spælt heili 124 dystir á besta liðið okkara, umframt eitt hav av dystum á 2. liðið. Seinastu tvey árini hevur hann tó veruliga víst sínar dygdir, og er vorðin ein av mest umráðandi leikarunum, serliga á framrættaða miðvøllinum.

Vit ynskja Jákup Sveinbjørn og 07 Vestur hjartaliga tillukku, og gleða okkum sjálvandi til framhaldið!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder