Politikkur

Jákup Suni: Tað skulu breiðir herðar til at bera góðar tíðir

...

2015-08-06 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Á tíðindafundinum hjá Miðflokkinum kom fram, at Jákup Suni Lauritsen stillar upp fyri flokkin. 

Les eisini: Miðflokkurin ætlar at fáa trý fólk á ting.

Jákup Suni Lauritsen er nevndarformaður í SEV, og eisini hevur hann verið borgarstjóri í Sørvági, so Jákup Suni er ikki heilt ókendur í politikki.

- Tá ið man stillar upp, strembar man sjálvandi eftir at sleppa á ting. Eg haldi eisini, at eg havi møguleika fyri at sleppa á ting, sigur Jákup Suni við JN.fo.

- Eg síggi stórar avbjóðingar fyri framman - haldi at sitandi samgonga hevur gjørt tað gott, og vóni sjálvandi, at hon kann halda fram eftir valið, men vit skulu ikki útloka nakran samgongumøguleika.

- Eg fari, um eg verði valdur á ting, at arbeiða fyri betri møguleikum hjá vinnulívinum, og eisini at fáa tað almenna at rigga betri. 

- Sjálvandi skulu vit hugsa um okkara eftirkomarar, her hugsi eg serliga um CO2 útlátið. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder