Hví velja meg inn á ting ?
Eg havi mangan sett mær spurningin: Hví skal eg blanda meg ímillum tey 180, sum kappast um teir 33 løgtingssessirnar ?
Jú, tað skal eg so væl siga tær. Aftaná nøkur ár í partapolitiskari tómgongd heitti Miðflokkurin á undirritaða um at stilla upp til løgtingsvalið, og eg má siga, at hugurin til at til vera við, kyknaði aftur, og eg tók av.
7 flokkar bjóða seg fram, og eg má viðganga, at tað politiska landslagið kann tykast fløkjasligt at eygleiða og ??? ikki minst ??? taka dagar í millum. Sjónarmiðini, sum teir ymisku flokkarnir eyðmerkja seg við, eru samanfallandi.
Men hví so Miðflokkin? Jú, tí at hesin flokkur velur at fara aftur til røturnar, til tað vit lærdu av okkara forfedrum. At vísa virðing fyri tí samfelagi vit fingu litið upp hendur, fyri at umsita tað so munagott sum gjørligt, og at lata tað aftur til okkara eftirkomarar so lýtaleyst sum møguligt.
Umframt tey bleytu og tey etisku virðini sum Miðflokkurin setur í hásæti, eru tey búskaparligu og vinnuligu atlitini at taka, tí uttan eitt munagott arbeiði fyri at fáa tjóðini inntøkur, eru møguleikarnir tilsvarandi lítlir at veita borgarunum tænastur.
Nýggjar tíðir krevja nýggjar tankar, men grundvirðini mugu vit ikki missa.
Hvat havi eg so við í viðførinum inn á ting ?
??? ??huga í samfelagsviðurskiftum
??? Nógvar kommunal politiskar royndir
??? Orku og áræði til at átaka mær landspolitiskar uppgávur
??? Havi tikið og taki ábyrgd í samb. við alment nevndararbeiði
??? Havi eitt brennandi ynski um, at Føroyar skulu vera eitt trygt og gott samfelag at liva í
Latum okkum standa saman um at fáa ein sterkan Miðflokk inn á ting, tað loysir seg fyri land og fólk.
Jákup Suni Lauritsen
Valevni hjá Miðflokkinum til løgtingsvalið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald