Mentan

Jákup Simonsen 30-ára starvsdag

...

2015-07-17 04:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jákup Simonsen byrjaði í starvinum sum Mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu 15. juli 1985 og hevur verið til dystin fús síðani. Jákup røkti starvið sum deildarleiðari í mentamálum til 1. juni í ár og tók eisini við starvinum sum deildarleiðari á Stjórnarskrivstovuni hjá Tórshavnar kommunu 1. september 2014.


Jákup hevur starvast saman við fimm borgarstjórum. Hann er maðurin, sum oftast lítillátin arbeiðir aftan fyri leiktjøldini og sær fyri, at mál verða avgreidd. Jákup er ótolin av lyndi, men slakar kortini ikki krøvini til sín sjálvs ella onnur, tí góðska eyðkennir stevið í hansara arbeiði. Millum starvsfólkini er hann høgt í metum og hevur við hepni meira enn nakar annar umsitið stórar og neyðugar íløgur í mentan og list seinastu 30 árini.

Jákup Simonsen starvast í dag sum deildarleiðari á Stjórnarskrivstovuni, har ið borgarstjórin og kommunustjórin halda til. Hann fæst við umboðandi uppgávur, samskipar mentanartiltøk og umsitur eisini uttandura vallir í kommuni, tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder