Í miðlunum verður Tummas T áhaldandi nevndur í sambandi við sáttmálavviðurskiftini umborð á Norðingi, ið kom inn í flotan fyri Slættaberg fyrr í ár, men samanberingin er ikki røtt, tí Tummas T hevur nevniliga tvinnar sáttmálar við manningina og teirra feløg, og er søgan henda:
Gøtumennirnir, ið eiga og reka uppisjóvarskip út frá heimbygdini Gøtu, komu ásamt við manningina á Saksaberg um, at tíðin var farin frá Saksaberg, ið var gamal og niðurslitin og fór reiðaríðið tí á marknaðin fyri at finna eitt hóskandi avloysaraskip.
??tlanin var ikki gomul, fyrr enn reiðaríðið mátti ásanna, at skuldu virðiligir karmar skapast fyri manningina við einum nýggjari og størri skipi, so skuldu nógvir pengar til, men stóri trupuleikin var, at tað bar ikki til at fáa rakstur í eitt nýtt skip, um so var, at teir skuldi brúka sáttmálan fyri ídnaðarskip. Hesi skip eru minni enn 1500 tons og avrokningarprosentið er 26%, meðan avrokningarproentið fyri nótaskip, ið eru skip størri enn 1500 tons, er 17,5%.
Teir kallaðu tí manningina inn til fundar og greiddu teimum frá, at teir høvdu funnið eitt størri og sum nýtt skip, ið kundi avloysa Saksaberg, men at teir ikki fingu raksturin at hanga saman, um manningin skuldi avroknast eftir sáttmalanum við ídnaðarskip. Hinvegin roknaðu teir við, at veiðunøgdin bleiv nakað størri, og at manningin tí kundi fáa eina hægri inntøku við nýggja skipinum og sáttmálanum við nótaskip enn við gamla skipinum og sáttmálanum við ídnaðarskip.
Reiðaríðið hevur virðing fyri manningarfeløgnum og teim sáttmálum, ið eru galdandi og luftaðu teir tí hugskotinum at hava tvinnar sáttmálar.
Fiskimannafelagið var eisini umboðað á fundinum við manningina, og var alt fundarfólkið á einum máli um, at ein loysn mátti finnast, og semjan bleiv, at manningin skuldi mynstra undir tveimum sáttmálum soleiðis, at tá ið skipið var á ídnaðarveiðu í Norðsjónum skuldu manningin mynstra eftir sáttmálanum fyri ídnaðarkip og annars eftir sáttmálanum fyri nótaskip.
Tá ið alt hetta - eisini stødd á skipi við atliti til øll trý manningarfeløgini, var fingið upp á pláss og felt á blað, skrivaði reiðaríið sáttmála um keyp av Tummas T.
Hetta er rætta lýsingin av sáttmálaviðurskiftunum umborð á Tummas T, og hevur henda pragmatiska sáttmálaloysn roynst væl.
Gøtu, 26. juli 2016
Jákup Jacobsen, reiðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald