Ítróttur

Jákup ??sa væntar at EB/Streymur vinnur

...

2017-09-20 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: EB/Streymur hevur havt eitt gott kappingarár higartil við støðugum avrikum, tó við onkrum undantøkum. Eitt undantak var í Klaksvík leygarkvøldið, har EB/Streymur bara spældi við eina stutta løtu í fyrra hálvleiki. Um tankarnir vóru meir á komandi uppgávur, har liðið møtir kappingarneytunum 07 Vestur og Skála komandi vikuna skal vera ósagt, men okkurt kundi bent á tað. Tað hjálpti heldur ikki, at liðið var nakað skert. 07 Vestur er trupult at rokna út. Teir vísa lítið í fleiri dystum, men júst sum man skal til at avskriva vágamenn, so svara teir aftur við einum góðum úrsliti. 07 vestur hevur fingið 4 av 6 stigum móti EB/Streymi í ár, so vágamenn hava takið á hesi uppgerðini. Avrikini hjá EB/Streymi eru meira støðug, men 07 Vestur hevur minni at tapa, tí liðið hevur ligið til niðurflyting so leingi. Og tó, eg síggi, at 07 Vestur hevur tveir dystir eftir hendan (B36 og NSÍ), har liðið mest sannlíkt tapir, so hetta er helst síðsta útkall, og tí skal dysturin geva 3 stig. Hesin dysturin kann fara allar vegir, har vinnandi liðið helst dugur betri at takla stóra trýstið viðvíkjandi týdninginum, sum hesin dysturin hevur. Men eg sigi, at EB/Streymur klárar tað á heimavølli og staðfestir eitt gott kappingarár sum uppflytari við at tryggja sær plássið í deildini í 2018 nøkur umfør áðrenn kappingarenda. 2-1.

Les um hinar dystirnar her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder