Jákup ??sá, ítróttarritstjóri á Norðlýsinum, metir her um EFFO deildina 2016, og um dystirnar í 1. umfar í EFFO-deildini, sum verður spælt um vikuskifti.
Vinnur B36 aftur uttan at sveitta?
Nýtt spennandi kappingarár stendur fyri framman. Seinastu árini hevur spenningurin um FM-heitið tó sjáldan verið serliga stórur seinastu umførini, og nú er so spurningurin, hvussu verður í ár? B36 hevur vunnið FM seinastu tvey árini í stórum stíli. NSÍ slapp at hava oddasessin ein part av kappingini í fjør, men áðrenn seinastu umførini hevði B36 longu tryggjað sær FM-heitið. Niðanfyri verður mett um stigatalvuna 2016.
1. B36
Í mun til hini liðini, ið væntast at kunna spæla í toppstríðnum, so tykist B36 í størri mun at vera klárt frá byrjan. Venjarin, spælistílurin og stórur partur av hópinum er tann sami. Hópurin er kanska breiðari enn í fjør og einasta ivamál er, um liðið megnar at koma eins væl yvir missin av Hans Paula Samuelsen, sum tað gjørdi við Adeshina Lawal í fjør. Fyrstu fimm dystirnir eru á pappírinum millum teir ''løttu'' og eg vænti, at B36 er oddalið, tá fimm umfør eru leikt við 12-15 stigum. Hetta leggur eitt gott grundarlag fyri einum góðum kappingarári. Undan kappingini hava Lukasz Cieslewicz og Róaldur Jakobsen verið sera væl fyri.
2. Víkingur
Hópurin hjá Víkingi er í løtuni neyvan nakað nevnivert sterkari enn í fjør á pappírinum. Men ein nýggjur útlendskur álopsleikari, um hann kemur, kann broyta nógv. Í Sámal Erik Hentze hevur liðið ein venjara, sum vinnur FM-heitið hvørjaferð hann venur eitt ''stórt'' felag, siga hagtølini. Hans Pauli Samuelsen er kanska maðurin - saman við Sámal Erik - sum kann gera, at Víkingur fyri fyrstu ferð nakrantíð fer at spæla við um FM-heitið til tað seinasta. Eg havi eisini lagt til merkis, at av teimum sjey málunum, sum Víkingur skoraði í Klaksvíkskappingini og Stórsteypadystinum, so skoraði ella legði Sølvi Vatnhamar upp til fimm av teimum. Tað er kanska tekin um, at hann kann átaka sær at koma við einum parti av málunum og uppleggunum hjá Finni Justinussen og Súna Olsen.
3. NSÍ
Er nýggi verjukendi miðvallarin, Nicolaj Kølert, ein góður leikari í verjupartinum, so kunnu hann og Símun Rógvi Hansen, sum í 2013 var millum allarbestu málverjar í deildini, gera, at NSÍ fær betri tamarhald á verjupartinum og fer at lata færri mál inn. Álopsparturin er fantastiska góður og tað sum eg havi sæð av Peturi Knudsen í venjingardystunum og móti endanum av kappingini í fjør ger, at hann lættliga kann blíva triði stóri álopskendi profilurin afturat Klæminti A. Olsen og Árna Frederiksberg. NSÍ hevur realistiskan møguleika at vinna FM, hóast eg ivist eitt sindur í, um nýggja 3-4-3 spæliskipanin verður gomul við Løkin.
4. KÍ
Hóast tað hanga nógvir ósvaraðir spurningar yvir KÍ, so havi eg valt at sett liðið á 4. pláss. Men tað eru nógv fleiri ókendir faktorar enn hjá liðunum omanfyri. Fer Kristian Joensen at styrkja um málmansplássið eftir at hava spælt á lægri støði í longri tíð, fara serbarnir at lyfta støðið í hópinum, er Súni Olsen førur fyri at spæla minst 20 dystir, kunnu ungu Jóannes Bjartalíð og Heðin Klakstein halda sítt ótrúliga høga støðið frá í fjør og kemur Páll A. Klettskarð fyri seg aftur og nærkast støðinum fyri nøkrum árum síðani, tá hann í fleiri ár var á eins høgum støði sum Klæmint A. Olsen? Fleiri av hesum spurningum skulu hava eitt posetivt svar, um 4. plássið skal røkkast. Samstundis skulu fleiri sigrar til á útivølli enn í 2014 og 2015.
5. HB
Eg havi kanska sett HB ov lágt á stigatalvuni, tí hóast nakrir royndir leikarar eru farnir, so haldi eg, at liðið í fjør avrikaði væl undir potentiali á liðnum. Liðið hevur styrkt seg við nógvum leikarum og onkrir av teimum fara at gera mun. Samstundis skulu vit ikki gloyma, at HB framvegis hevur nakrar av landsins størstu profilum í Teiti M. Gestsson, Jóhan T. Davidsen og Christian R. Mouritsen, ið kundu komið inn á øll hini liðini. Afturat hesum eru fleiri aðrir, sum hava roynt at vunnið FM í 2013. Eg ivist bara eitt sindur í, um HB hevur tær dygdirnar sum skulu til, tá tað t.d. skal spæla á útivølli móti liðum sum NSÍ, Víkingi, KÍ, ÍF og TB? HB verður av teimum flestu sett á 4. ella 5. pláss, men eg haldi tey flestu hava viðmerkt, at liðið væl kann blanda seg uppá stríðið longri uppi, og har eri eg samdur. Fáa vit okkurt stórt gjøgnumbrot frá onkrum ungum leikarum ella at onkur profilur sum t.d. Fróði Benjaminsen legst til afturat, so liggur í kortunum, at HB kemur út í Europa.
6. ÍF
Tað er tað lættasta at seta ÍF á 6. plássið, sum felagið hevur átt seinastu tvey árini. Og eg føli, at man endurtekur seg eisini við grundgevingunum. Álopsdygdirnar í hópinum eru góðar, men bakk ketan hevur víst seg at vera ov veik til at tað skal røkka longur. Tað verður kanska frægari í ár, men munurin upp til fimm tey fremstu var stórur í fjør. Adeshina Lawal fekk nógvan kritikk í fjør, men veruleikin er, at tá hann spældi, so var hann effektivur, hvat málum og uppleggum viðvíkur. Hann fer saman við m.a. Clayton Soares, Ara ??. Ellingsgaard og Andy Olsen at skora og leggja upp til nógv mál, um tað gongur sum tað plagar. Eins og hjá KÍ, so liggja stóru trupulleikarnir á útivølli, har ÍF bara hevur vunnið tríggjar ferðir seinastu 27 útidystirnar. Fær liðið tamarhald á verjupartinum, so ber til at koma við í stríðið um 4. plássið.
7. TB
Eru nógvir spurningar at svara uppá hjá øðrum liðum, so eru teir ikki færri hjá TB. Faktisk áni eg ikki, hvat eg kann væntað mær frá hesum liðnum í ár. ??tskiftingin er stór, ein venjari við royndum á høgum støði er komin til, og liðið hevur sjáldan áður havt so nógvar leikarar uttanífrá í hópinum. Í fjør spældi liðið 14 javnleikir, so TB var ikki so langt burtur frá fleiri stigum. Eg vænti, at TB verður eitt sterkt heimalið, men tað røkkur ikki longri enn til eitt 7. pláss ella tætt við har, tí liðini frammanfyri eru ov sterk.
8. Skála
Eg helt, at tá Skála var í Effodeildini í 2014, so hevði liðið nógv fleiri dygdir enn úrslitið við greiðari niðurflyting segði. Nógvir dystir koppaðu skeiva vegin, og leikararnir manglaðu royndir. Nú hava leikararnir nógv fleiri royndir, og liðið hevur styrkt seg meir enn í 2014. Konseptið skuldi verið væl kent hjá flestu leikarunum, nú Pauli Poulsen hevur verið venjari síðani á sumri 2014, og tað er ikki óhugsandi, at Skála fer at arga nógv lið, sum koma at liggja frammanfyri á stigatalvuni.
9. AB
Eg trúgvi, at føroyska Effodeildin er alt ov sterk til at eitt lið, sum byrjar nærum frá nýggjum sum AB, skal klára at umganga niðurflytingarstríðið. Fleiri av leikarunum, sum eru komnir til hava sitið á bonkinum í øðrum feløgum, men AB hevur eisini fleiri rættuliga góðar leikarar í hópinum. M.a. Róa Danielsen, Gunnar Haraldsen og Símun Samuelsen, sum allir hava verið úttiknir til A-landsliðið áður. At eg seti AB afturum Skála er tí, at tað er størri útskifting og nýggjur venjari er hjá AB. So stór útskifting kann skapa trupulleikar serliga fyrsta partin av kappingini.
10. B68
Á Toftum mugu bæði hópur og viðhaldsfólk vera nakað troytt av at síggja B68 liðið mett sum veikasta liðið í deildini av nærum øllum undan hesi kappingini. Tað eru nógv pláss á B68 liðnum, har leikarar við góðum dygdum spæla, men so er tað verjuparturin, sum eg ivist nógv í. Finnur Páll H. Guðlaugsson eina loysn uppá verjupartin, so er ikki vist, at B68 endar aftast. Toftamenn eru tó blivnir ''vanir'' við at flyta niður, og tað er helst eisini viðvirkandi til, at tey flestu hava so lætt við at seta B68 á aftasta plássið.
1. umfar
AB-B68 X
Dystur millum tvey lið, sum væntast at fáa tað trupult í ár. Beint nú trúgvi eg, at B68 kanska er betri fyri og meira samanspældir, hóast B68 eisini hevur fleiri nýggjar leikarar. Tað telur tó upp hjá AB, at liðið spælir á heimavølli. Eg dugi ikki at finna grundgevingar fyri, hví tað skal vera upplagt at peika á ein vinnara, so tað verður til javnleik. X (1-1)
Víkingur-Skála 1
Fyrsta Eysturoyaruppgerðin verður í Sarpugerði, og her sleppur Víkingur ikki undan at vera favorittur, hóast 1. umfar viðhvørt kann vera undarligt at meta um. Hvør minnist ikki 1. umfar í 2014, tá eitt Víkinga lið við nógvum ''stórum'' nøvnum tapti 2-0 á heimavølli móti AB í 1. umfarinum. Eg haldi meg hava sæð í útmeldingum og venjingardystum, at Skála ætlar at liggja kompakt afturi á vøllinum í dystum sum hesum fyri síðani at spæla uppá snarálop. Tá er ein leikari sum Hans Pauli Samuelsen nógv verdur hjá Víkingi fyri at lata eitt slíkt lið upp, men eg veit ikki, hvussu Hans Pauli er fyri í løtuni, tí vit hava nærum ikki sæð hann á vøllinum í venjingardystunum. 1 (2-0)
B36-ÍF 1
Vit vita áleið, hvat vit fáa frá B36, men hvat fáa vit frá ÍF í ár? Vit skulu aftur til ólavsøku í 2013 fyri at finna seinastu ferð, at ÍF skoraði í Gundadali móti B36. Tað eigur at vera ein fyrimunur fyri ÍF at spæla heilt uttan trýst hendan dystin, men sum B36, ið ongan landskappingardyst tapti á heimavølli í fjør, hevur spælt í løtum seinastu tvær vikurnar, so eigur liðið at fáa fulla úrtøku hendan dystin. 1 (2-1)
NSÍ-HB 1
Vóru vit seinni í kappingarárinum so var hetta mest sannlíkt ''størsti'' dysturin hetta umfarið. NSÍ verður helst aftur millum liðini, ið fara at skora flest mál í ár, og tað sama kann henda við HB, hóast tað er størri óvissa kring HB liðið, sum ongan natúrligan málskjútta hevur í álopinum í løtuni. Eg vænti, at NSÍ fær hol á tíðliga í dystinum, og so fáa vit ein málríkan dyst. 1 (3-2)
Dagført 4. mars kl. 15.50
TB-KÍ X
Nú hesin dysturin er fluttur til Trongisvágs, so broytir tað fortreytirnar nógv. Nú havi eg ikki KÍ sum favoritt meir, men heldur tykist upplagt, at dysturin endar við javnleiki. Tríggir teir seinastu dystirnir millum hesi bæði liðini við Stórá eru endaðir við 1-1 javnleiki, og tað ger hesin møguliga eisini, um vit ikki fáa ein málleysan javnleik. X (1-1)
Leivur Frederiksen tippar 1. umfar
B36-ÍF 1
NSÍ-HB 1
TB-KÍ 2
Víkingur-Skála 1
AB-B68 X
Tróndur Arge tippar 1. umfar
B36-ÍF 1
NSÍ-HB X
KÍ-TB X
Víkingur-Skála 1
AB-B68 X
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald