FSF: Jákup ??sá, ítróttarritstjóri á Norðlýsinum, metir her um dystirnar í 27. umfari í EFFO-deildini, ið verða spældir í dag kl. 14:00.
ÍF - B36 2
ÍF misti alt í Vági eftir 2-0 leiðslu, meðan B36 er givið at vinna síðani føroyameistaraheitið kom í hús. Tað tykist sum B36 er ógvuliga uppsett uppá at enda væl, og tað hóskar seg ikki optimalt at tapa dystin á degnum, tá steypa og gull heiðursmerkir vera handað. Tí havi eg B36 sum lítlan favoritt, men ÍF hevur kanska meir at spæla fyri, tí ÍF kann við sigri tryggja sær 6. pláss, meðan eitt tap í ringasta føri kann merkja eitt 8. pláss. Ein opin dystur, sum kann blíva undirhaldandi, tí bæði liðini ynskja at enda væl og kunnu spæla góðan álopsfótbólt.
TB - Víkingur 2
Fer TB at fáa ein sigur eftir summarsteðgin? Tað er spurningurin undan síðsta umfarinum. Gongdin hjá TB hevur mint akkurát um hini árini í bestu deildini seinastu árini, har TB byrjar væl, sum so tykist luftin fara úr ballónini. Tó spælir liðið nógvar javnleikir. 8 tap av 26 dystum hjá einum uppflytara er flott, men javnleikirnir geva ov lítið á stigatalvuni. Víkingur spælir fyri at fáa 2. plássið. NSÍ hevur truplan útidyst og tí er ikki vist, at NSÍ vinnur. Víkingur spælir fyri søguliga góðum ári. M.a. er hetta Víkinga liðið tað, sum hevur skorað flest mál eitt kappingarár í søgu felagsins. Javnleikur er eisini upplagt, men eg gevi Víkingi sigurin, tí útiliðið hevur vunnið nógvar dystir seinastu tíðina.
AB - NSÍ 2
Ein sera avgerandi dystur á Argjum, tí felags fyri bæði liðini er, at tey hava nógv at spæla fyri og at tey kunnu avgera sína lagnu sjálvi. Samstundis er hetta eisini síðsti dystur hjá báðum venjarunum, sum eru tveir av venjarunum, ið hava fingið bestu úrslitini seinastu tvey kappingarárini. Hjá AB stendur nógv meir uppá spæl, tí NSÍ yvirlivir nokk við einum 3. plássi. Men NSÍ liðið sá væl upplagt út móti KÍ og nú snýr tað seg um, at økja um talið av málum, sum er og verður met í føroyskum fótbólti eitt kappingarár. AB hevur heilt vist møguleikan á einum góðum degi, men NSÍ álopsmaskinan er so mikið væl smurd, at eg vænti ikki, at AB klárar at halda NSÍ niðri á 1-2 málum.
HB - FC Suðuroy 1
Eisini her stendur nógv uppá spæl hjá báðum liðum. HB kann avgera sína lagnu og taka 4. plássið, meðan FC Suðuroy má vinna fyri at hava møguleika at yvirliva. Tað er væl hugsandi, at NSÍ vinnur á AB, sum eg faktisk vænti, og tá verður tað upp til FC Suðuroy at bjarga sær. FC Suðuroy vísti eisini á ólavsøku, at liðið kann spæla upp ímóti HB. Men her er meir sum talar fyri HB enn FC Suðuroy. Tað stendur so nógv uppá spæl, at fær HB leiðsluna í fyrra hálvleiki, so síggi eg fyri mær, at fleiri FC Suðuroy leikarar kunnu ???missa høvdið??? og fáa okkurt reytt kort í frustrasión, tí tað hevur eyðkent FC Suðuroy hetta kappingarárið. Tá fær HB neyvan trupulleikar við at koyra sigurin heim móti endanum av dystinum. Sigurin hjá FC Suðuroy í síðsta umfarinum móti ÍF kom eisini, tá liðið var undir stórum trýsti og tað kann vera eitt gott tekin, men alt annað enn ein HB sigur kemur óvæntað á meg, tí siðvenjan sigur, at HB klárar at avrika undir trýsti, meðan FC Suðuroy ger tað øvugta.
KÍ - EB/Streymur 1
KÍ á heimavølli og útivølli plagar at vera hvør sítt hesi seinastu árini og eisini í ár. Men úrslitini móti AB og B36 vístu, at tað eisini kann vera ójøvn úrslit á heimavølli óansæð mótstøðu. KÍ skal til at vinna dystin og so vóna, at FC Suðuroy vinnur móti HB. Endar tað javnt í Havn, so skal KÍ vinna 6-0 og tað vænti eg ikki hendur, hóast KÍ vann 4-0 seinast á heimavølli móti EB/Streymi, sum eisini tapti 6-0 á útivølli móti HB seinast. Avrikini hjá EB/Streymi hava verið nógv betri seinastu tíðina, og liðið skapar nógvar møguleikar hvønn dyst. Tá EB/Streymur einki hevur at spæla fyri, so kann hugsast, at liðið fer at leypa á og so fáa vit kanska ein málríkan dyst. Á Skála endaði tað 4-4, men eg vænti, at KÍ vinnur hesaferð við einum ella tveimum málum, men eg vænti eisini, at EB/Streymur fær eitt og kanska fleiri mál.
Leivur Frederiksen tippar 27. umfar
KÍ - EB/Streymur 1
HB - FC Suðuroy X
TB - Víkingur X
ÍF - B36 X
AB - NSÍ 2
Tróndur Arge tippar 27. umfar
KÍ - EB/Streymur 1
HB - FC Suðuroy 1
TB - Víkingur 2
ÍF - B36 2
AB - NSÍ X
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald