2016-12-03 18:34
B36.fo skrivar: B36 og Jákup Højgaard hava í dag skriva undir ein 1 ára sáttmála.
Jákup hevur fyrr leikt við B36, men síðani 2014 hevur hann roynt seg í øðrum feløgum, fyri at nú at venda aftur til okkum.
Tá tað gjørdist greitt, at Trygvi Askam bleiv leigaður út til EB/Streym, so tók felagið beinanvegin samband við Jákup, sum var til dystin fúsur, og er fegin um at verða komnar heim aftur.
Vit í B36 eru eisini fegin um at fáa Jákup aftur
Jákup er 22 ár og hevur roynt seg í Effodeildini, umframt at hann hevur leikt við U17 og U19 landsliðnum.
B36 hevur nú sáttmála við 3 málmenn, og eru teir Tórður Thomsen, Rói Mørk Hentsze og Jákup Højgaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald