Politikkur

Jákup: Grov manipulatión og ósannindir merkja útsagnirnar

...

2017-11-26 16:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Grov manipulatión og ósannindir merkja útsagnirnar frá Høgna Hoydal og øðrum Tjóveldisfólki.

Høgni Hoydal sigur at hann hevur vunnið størri fiskirættindi enn nakar annar.
Loddrøtt lygn.

Undanfarna samgonga við Vestergaard á odda megnaði meir enn nakar annar Á fiskivinnuøkinum.

Høgni Hoydal sigur at Fólkaflokkurin vil lata privatum aktørum ognarskapin til fiskirættindi.
Loddrøtt lygn.

Uppskot Fólkaflokksins er at fiskiloyvini skulu latast sum brúksloyvi við uppsagnarrætti.

Annita Á Fríðriksmørk sigur at tjóðveldi ætlar at geva verandi aktørum 75 % av kvotunum grunda á kvoturnar í 2017.

Hetta er órættvísi so tað forslær.

Her ger Tjóveldi stóran mun á botnfiskaflotanum og uppisjóarflotanum. Kvoturnar hjá uppisjóarflotanum eru søguliga høgar, tað er tær ikki hjá botnfiskaflotanum.

So Tjóveldi nørir um hjá teimum sum eru best fyri og straffar tey sum eru ringast fyri.

Nokk fyri hesuferð. Men bara eitt afturat. Eg havi á Tingi stríðst fyri, líka síðan makrelkvoturnar hækkaðu, at býta makrelin javnari millum allar bólkar í okkara fiskivinnu. Tíverri fekk eg ikki undirtøku fyri hesum í undanfarnu samgongu - men hóast fleiri royndir, so fekk eg heldur ongan stuðul frá Tjóðveldi ella Javnadarflokkinum. Men hesir flokkar himpraðust ikki fyri at føra eitt valstríð har teir lovaðu at býta virðini javnari.

Higartil hava vit ikki sæð nógv til hesi lyfti.

Jákup Mikkelsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder