2017-07-17 09:06
Jákup B. landar kom á Klaksvíkina í nátt við 110.000 pundum, sum teir landa á Kósini í morgun, veiðan er boðin út á Fiskamarknaðinum fyri kr. 1.276.770,- so talan er um ein rættuliga góðan túr í pengum.
Vit tosaðu umborð á Jákup B. í gjárkvøldið, Hans Lutzen skipari segði, at uml. helmingurin var toskur og hin helmingurin var svartkalvi, sum teir høvdu fingið á 12 setum.
Tað eru 13 mans við Jákup B., teir flestu eru úr Klaksvík.
Hans segði eisini, at fleiri línuskip høvdu roynt vesturi á Rygginum, eisini var onkur trolari har á leiðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald