2016-03-30 06:06
Jákup B., sum hevur roynt við Ísland, kom á Klaksvík um 3-tíðina í nátt, teir byrjaðu at landa á Kósini kl. 6 í morgun - Jákup B. hevur góð 180.000 pund (toskur, hýsa og longa), sum teir fingu á 10 setum.
Vit tosaðu við skiparan - Helmar Lassen - í gjárkvøldið, hann segði, at teir høvdu silgt undan toski, fyri ikki at fáa ov nógvan tosk.
Tað eru 14 mans við hendan túrin. Helmar segði, at teir høvdu okkurt smávegis at gera við skipið, áðrenn teir fóru aftur til Íslands - helst um vikuskiftið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald