Ítróttarskrivarin á Norðlýsinum, Jákup ??sá sigur sína hugsan á fsf.fo.
Álopsparið við Ken Fagerberg og Søren Nielsen er spennandi og kann fara at geva mongum verjum trupulleikar. Annars eru eisini fleiri fínir leikarar, sum áður hava staðið seg væl í bestu deildini. M.a. Ivan Stojkovic, Martin Tausen og Tór-Ingar Akselsen. Men lokalu yngru leikararnir mangla í stóran mun samanhangandi royndir úr bestu deildini. Teir sum áður hava roynt seg í bestu deildini við 07 Vestur hava ikki roynt annað enn at flyta niður við felagnum, tí 07 Vestur er hvørjaferð flutt niður, tá liðið hevur roynt seg í bestu deildini. Eg havi eina kenslu av, at hetta 07 Vestur liðið ??? í øllum førum á heimavølli ??? fer at geva øllum harða mótstøðu. Á liðnum eru eisini fleiri ungir og evnaríkir leikarar, men slíkir hava tað ofta trupult, tá tað líður út á kappingina og trýstið økist. Sum felag tykist 07 Vestur vera á veg fram og hevur nógv fólk at taka av í framtíðini, um rætt verður arbeitt. Tí hevur tað nógv at siga at steðga gongdini við at altíð flyta niður.
Mítt boð uppá eina endaliga stigatalvu er hetta
1. B36
2. NSÍ
3. KÍ
4. HB
5. Víkingur
6. ÍF
7. Skála
8. EB/Streymur
9. TB/FC Suðuroy/Royn
10. 07 Vestur
2. umfar í Effodeildini
07 Vestur - TB/FC Suðuroy/Royn 1
Hetta er ein áhugaverdur dystur. Vit vita nú, at TB/FC Suðuroy/Royn hevur styrki til at vinna heimadystir, meðan vit nú fáa svar uppá, hvar 07 Vestur stendur á sínum heimavølli. Eg havi eina kenslu av, at 07 Vestur gott kann fara at vísa dygdir á heimavølli. Ofta mangla botnlið tyngd í álopspartinum, men við tveimum dugnaligum útlendskum álopsleikarum verður tað neyvan ein trupulleiki hjá 07 Vestur. Suðuroyðarliðini plaga at dala nógv, tá tey eru á útivølli, og hetta liðið hjá TB/FC Suðuroy/Royn er eisini rættiliga ungt. Eftir at hava vunnið í fyrsta umfarinum kann TB/FC Suðuroy/Royn spæla meira frítt, meðan 07 Vestur er undir størri trýsti, tí frá 4. til 10. umfar spælir 07 Vestur 6 av 7 dystum á útivølli. Søren Nielsen og Ken Fagerberg skjóta hvør sítt mál í 2-1 heimasigri. 2-1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald