2015-07-24 12:28
Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, hevur í dag skrivað bræv til sín íslendska starvsbróður Sigurður Ingi Jóhannsson, fiskimálaráðharra, um málið um Næraberg.
Jacob Vestergaard sigur í sínum brævi, at íslendska forboðið fyri, at Næraberg kann koma í íslendska havn er ein atgerð, sum ikki er í samsvar við Hoyvíkssáttmálan.
Hann heitir at enda í brævinum á íslendska fiskimálaráðharran um at taka alt málið um Næraberg upp til nýggja viðgerð, tí at fyri Næraberg og okkum í Føroyum hevur málið bráðskund.
Brævið kann heintast her.
Les eisini:
Missmunur gjørdur á føroyingum og russum.
Næraberg sleppir ikki innum 12-fjórðingamarkið í Íslandi.
Viðmerking frá Aðalkonsuláti Íslands í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald