Politikkur

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, á ráðharravitjan í Russlandi

...

2021-09-14 16:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jacob Vestergaard hevur í døgunum 8. ??? 10. september verið á ráðharravitjan í St. Pætursborg. Russiski fiskimálaráðharrin, Ilya Shestakov, hevði boðið landsstýrismanninum til fundar og at halda røðu á stóru altjóða fiskivinnuráðstevnuni, Global Fishery Forum and Seafood Expo.

Á ráðharrafundinum takkaðu ráðharrarnir báðir hvørjum øðrum fyri drúgva og góða samstarvið ímillum londini á fiskivinnuøkinum. Ymsar avbjóðingar, ið hava verið undir koronafarsóttini, vórðu umrøddar á fundinum. Hóast seinastu fiskivinnusamráðingarnar, ið vórðu hildnar á videofundi, eydnaðust væl eftir umstøðunum, vóru báðir ráðharrarnir samdir um at fara aftur til vanligu mannagongdina, at sendinevndirnar hittast á staðnum at samráðast, nú støðan við korona aftur loyvir hesum.

Álvarsomu støðurnar, tá nógv koronasmitta var umborð á russiskum skipum undir Føroyum, vórðu eisini umrøddar. Ilya Shestakov legði áherðslu á, at russiskir myndugleikar seta hørð krøv um mannagongdir at tryggja, at slíkar støður ikki skulu koma fyri, men hóast hetta er smitta tíverri komin umborð á onkur russisk skip. Jacob Vestergaard vísti á, at føroyska heilsuverkið er viðbrekið fyri slíkum støðum, men at russiskir og føroyskir myndugleikar samstarvaðu fyrimyndarliga væl, tá á stóð.

Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvið at greiða frá týdninginum av vaksandi handilssamstarvinum ímillum londini bæði. Í hesum sambandi varð tilgongdin at gera fríhandilsavtalu millum Føroyar og Euroasiatisku Búskaparsamgonguna (EaEU) umrødd.

Í sambandi við vitjanina og luttøkuna á ráðstevnuni varð landsstýrismaðurin eisini boðin at luttaka á tveimum panelfundum, har bæði stjórnar- og vinnulívsumboð løgdu fram. Á fyrra fundinum, sum hevði heitið ???Impact of the Pandemic: New Challenges for the Fisheries Industry???,greiddi landsstýrismaðurin frá avbjóðingum, ið føroyska fiskivinnan hevur havt vegna korona. Serliga umrøddi landsstýrismaðurin, hvussu føroyska vinnan hevur roynt at umleggja framleiðsluna til broytta alheimsmarknaðin undir koronafarsóttini, umframt at hann vísti á týdningin við fjøltáttaðum altjóða handilssambondum.

Á seinna panelfundinum, sum hevði heitið ???Aquaculture: A Driver of Global Fish Production???, greiddi Jacob Vestergaard frá um, hvussu tað í Føroyum verður arbeitt fyri at økja framleiðsluna í alivinnuni. Har aðrir røðarar vístu á stórar aliverkætlanir á landi, greiddi okkara landsstýrismaður frá, at í Føroyum verður heldur arbeitt fram ímóti at flyta alingina longur til havs. Í hesum sambandi vísti hann tó á, at eisini her eru stórar avbjóðingar, ið mugu viðgerast nærri ??? bæði í mun til ávirkan á fiskileiðir hjá heimaflotanum, umhvørvisárin og avbjóðingar av veðri. Henda framløgan var gjørd í samstarvi við Umhvørvis- og vinnumálaráðið.

Vitjanin var fyrireikað í tøttum samarbeiði millum Fiskimálaráðið og Føroysku Sendistovuna í Moskva. Við í føroysku sendinevndini vóru vegna Fiskimálaráðið Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Andras Kristiansen, deildarstjóri og ??lavur Dalsgarð, fulltrúi. Vegna Sendistovu Føroya í Moskva vóru Hákun J. Djurhuus, føroyskur sendimaður og Tatiana Zhigalova, skrivari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder