Vinna

Jacob: Landsstýrismaðurin trilvar í blindum

...

2016-07-11 22:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tey 1.200 tonsini tikin frá teimum sum hava gagnnýtt tey í áratíggir og umfordeild umvegis uppboðssølu til ein.
??ll skuldu sleppa framat. Hvar vóru tey? Bert tvey bjóðaðu og annar fekk alt.
Landsstýrismaðurin var væl nøgdur, men visti ikki hví hann var væl nøgdur.
Hann visti ikki hvat hann hevði vænta, segði hann við útvarpskvinnuna.
Spurdur hvat hann væntaði sær av teimum sølunum sum verða seinni, svaraði landsstýrismaðurin, at tað var ilt ar siga, hvat hann væntaði.
Landsstýrismaðurin visti snøgt sagt onki. Ikki ein gong hvat hann væntar.
Vit kunnu enn einaferð staðfesta, at landsstýrismaðurin onki boð hevur uppá, hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini.
Hóast hann hevur tosað um uppboðssølu í 10-15 ár, men anar ikki hvat hann tosar um.
Tað er skaðiligt fyri vinnuna og fyri alt samfelagið, at vit hava ein landsstýrismann, sum ikki veit hvat hann ger, men bert trilvar seg fram í blindum, tað skrivar Jacob Vestergaard á Facebook.

Les eisini: Kaj Leo: Ein vanlukka fyri fyrstu royndina.

Les her at Gadus keypti allan fiskin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder