Politikkur

Jacob: Hvat ger Sirið í Innlendismálaráðnum?

...

2016-08-12 07:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hon torir ikki at halda fast við avgerðina um havnaútbyggingina, og leggur tí eftir ósekum starvsfólkum.

Sirið kundi rættað avgerðina beinan vegin, um hon ikki góðtók hana, men tað gjørdi hon ikki. Hon vardi avgerðina.

Nú hevur pípan fingið annað ljóð. "Góða mamma tað var ikki eg, fulltrúin lumpaði meg".

Kenni starvsfólkini frá míni tíð í landsstýrinum. Dugnalig starvsfólk. Tey hava ikki sent eina avgerð úr Innlendismálaráðnum, sum Siriðikki hevur góðkent. Kunningin á landsstýrisfundi hevur onki við avgerðina ella støðutakanina at gera.

Tað er ikki lætt at vera starvsfólk hjá einum landsstýrisfólki, sum onga politiska kumpas hevur og ikki megnar at taka avgerðir.

Nú er hurluvasin fullkomin. Kanska Sirið verður við í mótmælisgonguni leygardagin, saman við hinum tjóðveldisfólkunum, skrivar Jacob Vestergaard á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder