Høgni Hoydal ger ongan feil. Hann ger altíð alt rætt og tað eru altíð hini, sum ikki hava skilt støðuna rætt.
Hóast ongin í vinnuni tekur undir við fiskivinnunýskipanini, og tað nú er gingið upp fyri fleiri í samgonguni, at ætlaða nýskipanin fer at hava vanlukkuligar avleiðingar við sær, fær tað ikki Høgni at broyta meining, tí øll hesi hava mistikið seg.
Hóast Høgni aftur og aftur sleppur at nýta tey somu villeiðandi orðini um, hvussu gott alt verður, um fiskivinnunýskipanin verður samtykt, hevur hann ongantíð verið førur fyri at svara teimum spurningum, sum reiðarar, tíðindafólk, leikfólk, og onnur hava sett honum, síðan uppskotið til nýskipan sá dagsins ljós. Heldur ikki Vinnunevndin fekk nøktandi svar frá Høgna.
Vánaliga politiska handverkið hjá Høgna byrjaði beinanvegin, tá ???nýskipanarbólkurin??? varð settur.
Í staðin fyri at lata bólkin fáa frið at arbeiða, og koma við teirri skipanini, sum bólkurin helt vera tað bestu, var arbeiðssetningurin so smalur, at bólkurin bert skuldi viðgera, hvussu ein uppboðssøluskipan kundi setast í verk í Føroyum.
Tá lógaruppskotið varð sent til hoyringar, var Høgni ikki førur fyri at svara, hvørjar avleiðingar uppskotið hevði fyri ymisku partarnar í vinnuni. Tá Høgni varð spurdur ítøkiligar spurningar um útrokningar o.a., fekk ongin nakað líkinda svar, bert hálvar sannleikar og burturforkláringar.
Hetta er framvegis støðan, nú Høgni hevur rent seg fastan. Vikan byrjaði við, at Høgni ikki kundi geva rættvísandi svar uppá, hvørja ávirkan antitrust ásetingarnar koma at hava fyri stóru feløgini í fiskivinnuni.
Tað síðsta er, at tað er so synd í Høgna. ??ll eru eftir honum, ja, sjálvt KVF, sum hevur borið hann á lógvum og vart hann. Ringast eru tó tey fýra stóru reiðaríini, tí tey leggja ???trýst??? á Høgna. Hvørja ferð tey spyrja viðkomandi spurningar, sum Høgni ikki er førur fyri at svara, leggja tey ???trýst??? á politisku skipanina.
Tað er gott at samgongufólk hava fingið eyguni upp fyri tí, sum gongur fyri seg, og ikki framhaldandi lata seg villeiða av Høgna. Vit onnur bíða í spenningi eftir, hvat nú fer at henda.
Jacob Vestergaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald