Politikkur

Jacob: DFG skipanin kann ikki brúkast

...

2015-06-08 16:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fiskivinnan hevur ómetaliga stóran týdning fyri Føroyar. Saman við alivinnuni stendur fiskivinnan fyri uml. 95% av øllum útflutningi av vørum.

Ein partur av tí fiski sum Føroyar hevur atgongd til, er í altjóða sjógvi. Hesi sjóøkir eru umsitin av altjóða fiskivinnufelagsskapum. Teir kendastu eru NEAFC (Northwest Atlantic Fisheries Organization) og NAFO (North East Atlantic Fisheries Commission).

Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í hesum fiskivinnufelagsskapum, men umboðaðir av Danmark.

Skipanin kallast DFG, "Danmark på vegne af Færøerne og Grønland". Har bæði Føroyar og Grønland hava áhugamál, mugu Føroyar og Grønland finna semju, um Danmark skal kunna atkvøða.

Og fyri at gera tað uppaftur fløktari, so er Danmark umboða av ES, tí Danski fiskivinnupolitikkurin verður umsitin í Bruxelles.

Fyri at lýsa trupuleikan, kann eg nevna eitt dømið frá fiskivinnufelagsskapinum NAFO. Føroyingar vóru teir fyrstu, sum fiskaðu rækir í NAFO øki 3F, vanliga nevnt Grand Banks. Tá rækjurnar á Grands Banks skuldu býtast ímillum limalondini í NAFO, kravdi Føroyar størri rækjukvotu, vísandi til søguligan fiskiskap.

Hetta vildu limalondini ikki góðtaka, men Danmark mótmælti vegna Føroyar, og Føroyar ásetti sær størri rækjukvotu.

Danmark kann bert mótmæla, um Føroyar og Grønland eru samd. Seinni vísti tað seg, at Grønland setti treytir. Fyri at semjast við Grønland, mátti Føroyar geva Grønlandi burturav rækjukvotuni.

Skipanin í NAFO er solaðis, at um eitt limaland "mótmælir", kann tað fara inn í NAFO øki at fiska. Um Danmark ikki mótmælti vegna Føroyar, kundu føroysk rækjuskip ikki fiska rækjukvotuna. T.v.s. at Føroyar mátti geva Grønlandi burturav føroysku kvotuni, fyri at sleppa at fiska føroysku rækjukvotuna á Grand Banks.

Tað sigur seg sjálvt, at ein slík skipan ikki kann brúkast, og tí ikki kann halda áfram.

Á Fólkatingi vilja vit slóða fyri at gerast sjálvstøðugur limur í NEAFC, NAFO og øðrum altjóða fiskivinnufelagsskapum.

Jacob Vestergaard,
valevni til Fólkatingi fyri Fólkaflokkin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder