Eftir seinna semifinaludystin í CocaCola-kappingini í kvøld, hitt vit Jacklin Djurhuus úr Neistanum - Neistin spældi seg í kvøld í finaluna, sum verður ímóti VÍF.
Hvat sigur tú um dystin?
UH ræðuliga intensur, tær koma framum beinanvegin og hava hasa 2-3 máls leiðsluna, so tað stendur á jøvnum (samanlagt) alla tíðina - øðiliga intensur og helst nú móti endanum, tá ið tað er næstan sama úrslit, sum í fyrra hálvfinaludystinum, men tá ið vit koma uppá 15 mál, tá loysnaði eitt sindur, men so fáa vit nakrar ræðuliga keðuligar útvísingar - teir seinastu 3 minuttirnar ella hvat ta er - kanska 4 minuttir eftir. Ja - øðiliga intensur og verjudystur aftur hesuferð.
Hvat gera tit rætt í seinna hálvleiki, sum tit gera skeivt í fyrra hálvleiki?
Nei - eg veit ikki, eg haldi at tá ið vit fóru í umklæðisrúmi og tosaðu um tað - at nú máttu vit taka okkum saman allar. Vit fáa eisini eina OK byrjan uppá seinna hálvleik, so vit klára at hanga í og dragna tíbetur ikki, so eg haldi - at bara tað at man kann koma inn og tosað um tingini í hálvleikinum - tað hjálpti øðiliga væl okkara vegna - haldi eg.
Hvussu fara tit at venja í komandi viku?
Ja nú er tað VÍF, so ja - tað mugu vit so finna útav, hvussu vit skulu takla tær - Ja, tað verður vanlig venjing við VÍF fyri framman ella ímóti VÍF.
Verður tú/tit steypavinnarar aftur í ár?
Ja tað ætlaði eg heilt bestemt - ja 100%, segði ein vælnøgd Jacklin Djurhuus eftir dystin ímóti Kyndli í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald