Hin lógin, uttanríkispolitiksa heimildarlógin, sum varð tengd at yvirtøkulógini, er tíverri ikki sítt papír vert. Lógin byrjar so fínt við føgrum prologi og ásetingum av heimildum, men síðani verða nærum allar heimildir tilknar aftur í seinni grein longri niðri í somu lóg. Heimildarlógin eigur sum eitt minstamark at verða endurskoða. Tó er helst best bara at avtaka hana aftur; havi ikki sannføring um at lógin kann fáast at venda rætt. Í mínum hugaheimi byggir heimildarlógin uppundir Danmark sum ein eindarstat. Tað ger heimastýrislógin eisini.
Eindarstaturin er tó júst tað sum vit skulu burtur frá. Skal ríkjasamstarvið verða samansett av javnsettum londum ella tjóðum, má eindarstaturin sum tað fyrsta víkja! Hetta byggir heimildarlógin ikki uppundir, heldur tvørtur ímóti!
Av omanfyristandandi er tí ikki trupult hjá mær at koma til niðurstøðuna: Ja til yvirtøkulógina men nei til heimildarlógina!
Tað er sera óheppi, at hesar lógir skuldu vera tengdar hvør at aðrari, so tað má hava kenst sum ein keðilig støða hjá táverandi politikkarum.
Eg haldi, at tíðin nú er búgvin til at ásanna, at heimildarlógin ikki gav tað sum mann vónaði, og at vit tí eiga at gera eina roynd at broyta lógina, ella at avtaka hana!
Í 2005 fingu Føroyar tvær nýggjar lógir sum vóru tengdar hvør at aðrari. Onnur er lóg nr. 79, yvirtøkulógin, og hin er lóg nr. 80, heimildarlógin.
Yvurtøkulógin var eitt ómetaliga gott amboð hjá Føroyum at fáa. Hon staðfestir, at Føroyar kunnu yvirtaka málsøki, (nøkur undantikin), tá føroyingar sjálvir vilja tað. Áðrenn yvirtøkulógina vóru ásetingarnar í Heimastýrislógini galdandi, sum staðfesta, at málsøkini bert kunnu yvirtakast um Danmark sum heild loyvir tí. Eitt dømi um júst hetta var drúgva royndin at yvirtaka málsøkið ???ráðevnir í undirgrundini???. Yvirtøkulógin er gull verd.
Hin lógin, uttanríkispolitiksa heimildarlógin, sum varð tengd at yvirtøkulógini, er tíverri ikki sítt papír vert. Lógin byrjar so fínt við føgrum prologi og ásetingum av heimildum, men síðani verða nærum allar heimildir tilknar aftur í seinni grein longri niðri í somu lóg. Heimildarlógin eigur sum eitt minstamark at verða endurskoða. Tó er helst best bara at avtaka hana aftur; havi ikki sannføring um at lógin kann fáast at venda rætt. Í mínum hugaheimi byggir heimildarlógin uppundir Danmark sum ein eindarstat. Tað ger heimastýrislógin eisini.
Eindarstaturin er tó júst tað sum vit skulu burtur frá. Skal ríkjasamstarvið verða samansett av javnsettum londum ella tjóðum, má eindarstaturin sum tað fyrsta víkja! Hetta byggir heimildarlógin ikki uppundir, heldur tvørtur ímóti!
Av omanfyristandandi er tí ikki trupult hjá mær at koma til niðurstøðuna: Ja til yvirtøkulógina men nei til heimildarlógina!
Tað er sera óheppi, at hesar lógir skuldu vera tengdar hvør at aðrari, so tað má hava kenst sum ein keðilig støða hjá táverandi politikkarum.
Eg haldi, at tíðin nú er búgvin til at ásanna, at heimildarlógin ikki gav tað sum mann vónaði, og at vit tí eiga at gera eina roynd at broyta lógina, ella at avtaka hana!
Janus Rein.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald