Politikkur

Ja til tjóðskaparrødd ??? Nei til sambands-ES-røddir

...

2015-05-29 01:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tvey føroysk fólkatingsumboð, ið bæði eru fyri føroyskum ES-limaskapi og eru ímóti at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land, umboða føroyingar á Fólkatingi í dag. Hetta umboðar als ikki føroyingar sum heild, og er ikki til gagns fyri Føroyar. Vit skulu sjálvandi hava tjóðskaparrødd á Fólkating.

Ikki leggja okkum út í donsk mál
Fólkatingsumboðini skulu eisini bert viðgera og ávirka tey mál á Fólkatingi, ið hava týdning fyri Føroyar. Tey skulu tí ikki leggja seg út í mál, ið eru donsk mál. Vit ynskja jú heldur ikki, at danir leggja seg út í føroysk mál ella hvussu vit skipa okkum í Føroyum. Tí eiga føroysku umboðini á Fólkatingi als ikki at atkvøða í málum, ið eru donsk mál.
Tað velja núverandi umboðini á Fólkatingi at gera. Hetta gagnar ikki føroyingum.

Ikki nýtast til danskar kekkar
Fólkatingssessurin skal heldur ikki nýtast til eina kapping um, hvør kann fáa flest danskar kekkar til Føroya. Kennist óvirðiligt og grundleggjandi skeivt at nýta fólkatingsumboðanina til hetta.
Men hetta velja núverandi umboðini á Fólkatingi at gera. Hetta gagnar ikki føroyingum.

Føroyingar røkja best føroysk áhugamál
Meðan vit bíða eftir, at Føroyar gerast sjálvstøðugt land, má og skal virkast fyri, at Føroyar fáa so sjálvstøðugar og stórar møguleikar heima og úti í heimi, sum møguligt. Tí er neyðugt við tjóðskaparrødd á Fólkatingi.
Ongin umboðar áhugamál føroyinga betur enn føroyingar sjálvir. Vit skulu tí flyta verandi avgerðarrætt úr Fólkatinginum til Løgtingið. Samstundis vita vit, at tað, at virka sum sjálvstøðugt land í uttanríkispolitiskum málum í veruleikanum er størsta ótroytta tilfeingi okkara. Dømini um, at føroyingar røkja best føroysk áhugamál, eru nógv.
Hugsa tær um vit ikki høvdu egnar fiskivinnusamráðingar við onnur lond? Høvdu danskir myndugleikar vunnið okkum somu rættindi, sum vit sjálvi hava vunnið okkum? Nei.
Hugsa um, at tað var ikki fyrr enn vit sjálvi heimtóku ábyrgdina av føroysku undirgrundini, at farið varð undir skipaða oljuleiting á føroyska landgrunninum. Hetta enntá hóast sera stórt leitivirksemi var eitt nú í Noregi og Hetlandi. Røktu danskir myndugleikar okkara áhugamál? Nei.

Fullan limaskap í altjóða samfelagnum ??? sjálvandi!
Og ímynda tær stóru ótroyttu møguleikarnir, ið liggja í føroyskum limaskapi í EFTA (fríhandilssáttmálar við 35 lond og fría atgongd til ES-marknaðin), WTO, Arktiska Ráðnum, ST, Olympiska felagsskapinum IOC, Eurovision o.s.fr. Alt møguleikar og dyr, ið latast upp, tá vit fáa fullan og sjálvstøðugan limaskap í altjóða samfelagnum. Til hetta gerst veruleiki, skulu vit gera alt fyri, at vinna Føroyum so stór rættindi og so nógvar møguleikar í altjóða samfelagnum, sum møguligt ??? til fyrimuns fyri fólkið, vinnuna og samfelagið alt.
Hesum vilja vit virka fyri ??? bæði í Føroyum og á Fólkatingi.

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna hjá Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder