Fyri trimum árum síðani legði eg fram uppskot um at yvirtaka loftrúmið.
Uppskotið vann frama í Føroyum, men tíverri vóru tey í Danmark, t.e. politikkarar og embætisfólk, ikki við upp á tað, heldur tvørturímóti. Tey løgdu seg tvøran og ynskja ikki, at Føroyar yvirtaka loftrúmið. Hetta harmaði meg sjálvsagt.
Tað harmaði meg eisini nógv at síggja eitt av føroysku fólkatingsumboðunum, Edmund Joensen, fara til verka og arbeiða ímóti tí. Sjúrð sá mann tíverri einki til; veit ikki, um hann var líkaglaður ella hvat. Kanska var hann upptikin við onkrum øðrum. Hetta var so íkastið frá fólkatingsumboðunum í hesum málinum.
Hetta verður tí eitt mál, sum vit í Fólkaflokkinum í framtíðini koma at arbeiða hart fyri, júst sum við yvirtøkuni av undirgrundini á sinni. Tað verður helst ein harður kampur, og tí krevur tað, at vit hava røttu fólkini á røttu støðunum, sum arbeiða saman fyri at náa á mál.
Ivast tó ikki: loftrúmið skal yvirtakast, og tað skal yvirtakast skjótast gjørligt!
Tað er eingin grund at bíða!
Skulu vit koma vegin fram er eisini umráðandi, at vit hava umboð á Fólkatingi, sum m.a. arbeiða fyri at yvirtaka loftrúmið.
Vel tí Fólkaflokkin, vel Janus Rein
Vel eitt umboð sum við løgfrøðiligum hegni kann gera mun!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald