Mentan

Ja til hjúnabandið

...

2015-08-26 13:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein nýggjur bloggur er júst gjørdur. Bloggurin hevur heitið ???Ja til hjúnabandið???.

Ja til hjúnabandið ynskir at verja hjúnabandið í Føroyum. Hjúnabandið er gott fyri einstaklingar, fyri parløg, fyri børn og fyri samfeløg sum heild ??? tí skal tað varðveitast í tess siðbundna líki.

Ja til hjúnabandið ynskir at føra fram sakligar og skilagóðar grundgevingar fyri siðbundna hjúnabandinum. Málið er ikki stríð ella orðadráttur við nakran, men heldur dialogur. Vit vilja vísa virðing fyri øðrvísi áskoðanum.

Ja til hjúnabandið er sett saman av fólki, sum eru í breiðari semju um siðbundnu kristnu heimsmyndina. Vit trúgva, at virðini, sum hon umboðar, eru tey bestu fyri eitthvørt samfelag.

Bloggurin er at finna her: hjunaband.org. Her finnur tú viðkomandi og upplýsandi greinar um ymiskt viðvíkjandi kjakinum um hjúnaband, sum er so nógv frammi í dag.

Ja til hjúnabandið hevur eisini eina síðu á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder