Politikkur

Ja til bláan blokk, nei til Helle Thorning

...

2015-06-18 18:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hvønn halda tit at Fólkaflokkurin fer at stuðla og hvønn halda tit at Tjóðveldi fer at stuðla!

Lítið er at ivast í, at bert 4 teir stóru flokkarnir hava møguleika at fáa fólkatingsumboð í kvøld. Sambandið er trygt og tí eru tríggir flokkar um boðið til hitt umboðið.

Í dag hava vit møguleikan at siga nei-takk til boykott og havnastongsul. Fólkaflokkurin er einasta trygdin fyri hesum boðum. Atkvøða fyri Javnaði og Tjóðveldi er stuðul til Reyða blokkin og Helle Thorning.

Lítið er at ivast í, at bert 4 teir stóru flokkarnir hava møguleika at fáa fólkatingsumboð í kvøld. Sambandið er trygt og tí eru tríggir flokkar um boðið til hitt umboðið.

Javnaðurin góðtók danskt boykott og vil stuðla sitandi stjórn. Tjóðveldi hevur á fólkatingið havt tætt samstarv við Eindarlistan uttast til vinstru. Tí er ein atkvøða til E, ein stuðul til reyða blokkin.

Tí er bara Fólkaflokkurin, sum vegnað Føroyar, kann tala at. Ein stjórn, sum boykottar Føroyar og steingir føroyskar fiskimenn úti frá donskum havnum, kann ikki halda fram.

Vóni Føroyingar brúka møguleikan at tala at.

Tað gera vit við at velja Fólkaflokkin.

Janus Rein

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder