Vinna

J. & K. Petersen og NCC Føroyar undirskrivað sáttmálar viðv. Sandoyartunnlinum

...

2019-04-12 08:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 NCC Føroyar og J. & K. Petersen hava 10. apríl 2019 undirskrivað sáttmálar í samband við arbeiði á Gomlurætt á Streymoynni og í Traðardali á Sandoynni.

Sáttmálarnir eu í samband við Sandoyartunnilin, sum ætlandi verður klárur at koyra ígjøgnum í desember 2023.

Mett verður, at 300-400 bilar fara at koyra igjøgnum tunnilin um samdøgnið.

Arbeiðið hjá J. & K. Petersen umfatar í høvuðsheitum gerð av innkomuvegi til tunnilin og alt arbeiði uttanfyri tunnilin á Gomlurætt og í Traðardali.

Arbeiðið verður endaliga avhendað, tá NCC Føroyar avhendar tunnilin til P/f Eystur- og Sandoyartunnilin.

Partarnir arbeiða miðvíst fram ímóti at tryggja at tíðarætlaninar halda.

Til staðar í sambandi við undirskrivingina vóru Alf Helge Tollefsen og Sigurð L. Lamhauge frá NCC Føroyum og Sigtór A. Petersen og Niclas Joensen frá J. & K. Petersen Contractors.

NCC Føroyar og J. & K. Petersen samstarva eisini um fleiri onnur arbeiði í samband við tunnlarnar.

Hesi arbeiði eru á Strondum á Hvítanesi og í rundkoyringini á Rókini í Eysturoynni.

Undirskrivaðu sáttmálarnir eru sostatt framhald av tí góða samstarvinum, sum er millum feløgini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder