Vinna

Íverksetarahúsið søkir nýggjan stjóra

...

2015-10-09 21:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Íverksetarahúsið søkir eftir einum virkisfýsnum og framskygdum stjóra til at stjórna íverksetarahúsinum. Søkt verður eftir einum stjóra við umsitingarligum førleikum, umframt evnum at menna íverksetan í Føroyum.

Stjórin skal m.a. ráðgeva núverandi fyritøkum, um hvussu tær kunnu brynja seg til framtíðar avbjóðingar og ráðgeva nýggjum íverksetarum við hugskotum, sum tey ynskja at seta í verk.

Stjórin skal í samstarvi við nevndina vera við til at seta og halda framtíðar kósina hjá Íverksetarahúsinum.

Íverksetarahúsið er staðsett í Klaksvík og skal menna íverksetan í nærumhvørvinum og í øllum Føroyum.

Væntanir og førleikar

Vit vænta at nýggi stjórin hevur viðkomandi útbúgving og royndir.

Tað er ein fyrimunur um stjórin hevur royndir sum leiðari, umframt ein sjónligan og nærverandi leiðslustíl.

Sum persónur skal stjórin vera úrslitagóður og klára at útinna hugsan í verki við styrki, áhaldni og einum skipaðum arbeiðshátti.

Stjórin hevur eina viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni.

Uppgávur

Sum stjóri hjá Íverksetarahúsinum skalt tú:

·taka tær av dagligu leiðsluni hjá Íverksetarahúsinum

·samskifta við almennar myndugleikar, samstarvsfelagar o.a.

??? vera við til at menna íverksetaraumhvørvið kring landið

??? marknaðarføra tænasturnar, sum Íverksetarahúsið bjóðar

??? svara fyrispurningum og vegleiða/ráðgeva fólki í at stovna fyritøkur

??? gera kunnandi og upplýsandi arbeiði kring alt landið

Harumframt hevur stjórin ábyrgdina av teimum mongu ymisku uppgávunum, sum alla tíðina stinga seg upp.

Rætti persónurin er fyrikomandi, dugir væl at samskifta, orðar seg lættliga, og er sinnað/ur at veita øllum ta bestu tænastuna, um tað so er smiðurin úr Sandavági ella sniðgevin av Skála, sum skal hava ráðgeving.

Hon/hann skal hava góð samstarvsevni, innlit í fíggjarstýring og gott innlit í føroyska vinnulívið, nýskapan og íverksetan.

Talan er um fulltíðarstarv. Lønin er sambært avtalu.

Vilt tú vita meira um starvið, ber til at ringja til Regin W. Dalsgaard, formann í nevndini fyri Íverksetarahúsið, telefon 596061 ella t-post [email protected].

Umsóknin skal sendast til Íverksetarahúsið við t-posti til [email protected]Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 26. oktober 2015.

Les meira um Íverksetarahúsið á www.is.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder