JN

Ivan fyllir 100 ár

...

2015-09-25 17:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fríggjadagin tann 25. september 2015 verður Ivan Nattestad úr Miðvági 100 ár.
Ivan vaks upp í Miðvági, men búði í mong ár í Danmark. Hann hevur silgt úti meginpartin av arbeiðslívi sínum. Hann hevur 3 ferðir verið fyri tí vanlagnu, at skipið, hann hevur verið við, er gingið burtur, men hevur verið bjargaður hvørja ferð.
Ivan var fyrsti miðvingur, sum tók prógv sum skipsførari.
Tá Ivan var komin nakað upp í árini, flutti hann heimaftur til Miðvágs at búgva. Hann fekst nógv við at velta eplir og ymiskt grønmeti.

Vága kommuna ynskir Ivani hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum og eitt gott lívskvøld.

Dagurin verður hildin á Sýnini millum kl. 15 og 17, øll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder