Ítróttur

Ítróttasamband Føroya og Skjótisambandið fegnast um broytingar í vápnalógini

...

2015-05-14 00:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár vóru broytingarnar í vápnalógini samtyktar í Løgtinginum eftir at broytingarnar hava verið leingi á veg.

ÍSF og Skjótisamband Føroya fegnast um broytingarnar og meta, at tær fara at betra um skjóti- og vápnatrygdina í Føroyum.

Við lógini eru komnar greiðari reglur fyri, hvussu m.a. ungir ítróttaskúttar kunnu setast við og lærast upp. ÍSF og Skjótisamband Føroya vænta, at nýggja lógin ferð at verða við til at menna skjótingina sum ítrótt í Føroyum. Eisini fara føroyskir ítróttaskúttar at fáa betur møguleika at gera seg galdandi uttanlands millum okkara grannalond, tá vit møguliga fáa góðkent vápna og trygdarloyvi okkara í ES.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder