Ítróttur

Ítróttarsambandið fyri brekað (ÍSB) eitur nú Parasport Føroyar

...

2017-05-01 15:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv.

Seinasta árið hevur ÍSB arbeitt við at finna nýtt navn og búmerki, ið kann lýsa samleikan hjá sersambandinum á ein jaligan og upplýsandi hátt.

Nýggja navnið var klárt at leggja fram fyri ein eykaaðalfund í januar í ár, har ein samdur aðalfundur avgjørdi at navnið framyvir skuldi verða Parasport Føroyar
Av tí at ÍSB er sersamband undir ÍSF, skuldi broytingin staðfestast á aðalfundinum hjá ÍSF, og var navnabroytingin endaliga staðfest 29. apríl.

Nógv hevur verið kjakast, eisini í almenna rúminum, um orðið brekað seinastu tíðina, og vit flyta okkum burtur frá at brúka hetta heitið.
Tað er umráðandi fyri okkum, at ítróttur og rørsla er í miðdeplinum, og tí fara vit framhaldandi at arbeiða fyri at geva føroyinum, ið bera brek møguleikan at røra seg og íðka ítrótt, men nú undir nýggja heitinum Parasport Føroyar

Parasport kemur av paralell (javnfjart) , og verður eisini brúkt í londunum kring okkum at lýsa ítrótt fyri fólk ið bera brek.

Fleiri av londunum, ið vit samstarva við, hava eisini broytt teirra navn til Parasport, og tí vænta vit, at hetta verður heitið, sum verður brúkt framyvir.

Næsta stigið verður at gera nýggja heimasíðu, og annars upplýsa um nýggja heiti, og virksemi undir Parasport Føroyar.

Vit vóna at fólk fara at taka væl ímóti nýggja navninum, og taka tað til sín.

Parasport Føroyar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder