Brøðurnir báðir, Omri og Eran Galpern eru í Føroyum í hesum døgum. Omri er journalistur og arbeiðir fyri eina ísraelska sjónvarpsstøð og eitt mánaðarblað.
Teir eru komnir longu leiðina úr Ísrael til Føroya, at lýsa sólarmyrkingina fyri lesarum og hyggjarum í Ísrael.
Tað er Vinafelagið Føroyar-Ísrael, sum skipar fyri ferðini.
Ísraelskvøld verður í ??strøm týskvøldið 24. mars kl. 19.30, har Omri kemur at greiða frá støðuni, sum hon er í Ísrael í hesum døgum.
Hann fer at vísa myndir og stuttfilm, sum lýsa tær avbjóðingar, sum fólkið í landinum hevur at hugsa um hvønn dag.
Brøðurnir eru føroyavinir burturav. Í 2007 vóru Omri og kona hansara Orit í Føroyum. Tá skrivaði hann góða grein um Føroyar í sama ísraelska mánaðarblaði, sum hann nú arbeiðir fyri.
Í 2012 var hann aftur her, saman við sjónvarpsliði, og gjørdi tá sending um Føroyar, sum varð send í bestu senditíð í Ísrael, og var eisini send í sjónvarpinum hjá KvF um páskirnar í 2013.
Áðrenn fyrilesturin hjá Omri, fer Jákup S. Joensen at hava stutta framløgu, sum hann kallar: "Tekin í sól og mána."
Eisini verður ein góður drekkamuður at fáa.
Les meira á shalom.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald