2017-06-01 14:18
Íslendsku svartkjaftaskipini hava havt góðan fiskiskap í føroyskum sjógvi í vár.
Í vikuni hava fleir skip landað á Eysturlandinum - Margret landaði 1.700 tons í Neskaupstaði í fyrradagin og í gjár landaði Hákon 1.650 tons á Seyðisfirði, í gjár kom Bjarni ??lafsson til Neskaupstaðar við 1.800 tonsum.
Tað frættist nú, at svartkjafturin er komin í Íslendskan sjógv, so skipini sum landa nú fara í Rósingarðinn at royna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald