JN

Íslendsku provolistafólkini, ið ynsktu at broyta heimin

...

2021-11-19 14:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Minnist tú Hatari - íslendska, mótkapitalistiska teknobólkin - sum spældi á EuroVision 2019 íklæddur leður, lateks, maskur og spískar píkar? Norðurlandahúsið vísirvirðislønta heimildarfilmin um bólkin 25. november kl. 19.30.

Upprunaliga var Hatari ein bólkur av framførslulistafólkum, sum høvdu meldað seg til Melodi Grand Prix sum eitt listaligt skálkabragd, men brádliga varð bólkurin valdur út at standa á pallinum í Tel Aviv og umboða Ísland fyri 200 milliónum hyggjarum. Hvat ger mann so?

Settur andlit til andlits við politiska samtekstin og Ísrael-Palestina-ósemjuna, ger Hatari av at royna at gera ein mun, at broyta heimin og brúka teirra rødd politiskt, og hetta gongur ikki friðarligt fyri seg. Hvussu skal bólkurin bera fram sín boðskap, klára trýstið frá bæði ísraelum og palestinarum, og samstundis fullgera stóru finaluna?

Kom við á ferð teirra 25. november kl. 19.30, tá ið Norðurlandahúsið vísir virðislønta íslendska heimildarfilmin frá 2020 ??? A Song Called Hate.

Filmurin er á íslendskum og enskum, og hevur enskar undirtekstir.

(Mynd, credits: Raafic Saadeh)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder