Mentan

Íslendsku Earth-Affair spæla sína fyrstu í Føroyum

...

2015-04-10 18:12 Author image
placeholder

Tíndaskriv 10. Apríl 2015

Gulli Briem í Norðurlandahúsinum

Earth Affair er nýggja elektroniska verkætlanin hjá Mezzoforte trummaranum Gulla Briem, Bólkurin spælir á Transatlantisku konsertini í Norðurlandahúsinum.

Aftur í ár skipar Norðurlandahúsið fyri konsert við elektroniskum tónleiki. Eins og undanfarnu ár er talan um eitt bland av tí besta elektroniska tónleikinum, ið vit hava at bjóða í Føroyum og onkrum spennandi norðurlendskum navni. Í ár er tað íslendski bólkurin Earth Affair, ið er útlendska íkastið.

Gulli Briem hevur áður vitjað í Føroyum eitt nú við Mezzaforte, seinastu ferð í 2011, tá teir spældu í Norðurlandhúsinum, men hesaferð er verkætlanin ein heilt onnur.

Við bólkinum Earth Affair, rannsakar Gulli Briem nýggjar leiðir við sjáldsomum samansetingum og ljóðum. Tónleikurin endurspeglar tær eirindarleysu náttúrukreftirnar, ið onkursvegna mynda okkum norðbúgvar. Gulli Briem fær tó ikki goymt sínar røtur, tí sjálvt um hetta er langt frá funkinum hjá Mezzaforte, so er ein jaligur tráur, ið tónleikinum, ið tú eisini kennur frá Meazzaforte.

Tað er ikki heilt rætt at kalla Earth Affair fyri ein elektroniskan bólk, tí akkustisk ljóðføri sum eitt nú steinharpan eiga sítt pláss í ambientu ljóðmyndunum, ið man kann uppliva á frálíku fyrstu útgávuni hjá Earth Affair, ið kom út í fjør. Konsertin í Føroyum er teirra almenna frumframførsla.

Earth Affair er ein av bólkunum, ið spælir í Norðurlandahúsinum tann 30. apríl kl. 20.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder