2016-04-20 18:36
Íslendska svartkjaftaskipið Huginn úr Vestmannaoyggjunum verður sleipað á Fuglafjørð, tí teir fingu maskinskaða í gjárkvøldið.
Huginn fekk maskinskaða á svartkjaftafeltinum sunnast í føroyskum sjógvi, Ísleifur, sum eisini er úr Vestmanaoyggjunum fór undir at sleipa Huginn, tað hevur gingið væl, teir hava at sleipað, av havnaskrivstovuni í Fuglafirði verður sagt, at teir helst verða á Fuglafirði um 22-tíðina í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald