2015-08-19 14:39
Íslendska skipið Margret kom á Kollafjørð í nátt við 1.000 tonsum, harav meginparturin er makrelur og eitt sløð av sild. Teir landa veiðuna til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Vit hava frætt, at goymslurnar í Íslandi eru um at fyllast, tí er prísurin lágur í Íslandi í løtuni, tað viðførir so, at skipini koma til Føroyar, tí her fáa tey betri prís.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald