Ítróttur

Íslendska ævintýrið heldur fram

...

2016-07-03 06:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 ÍSLENDSKA ??VINTÝRIÐ HELDUR FRAM!

 

Mánakvøldið 27. juni megnaði grannatjóð okkara, Ísland, at vinna á stóru fótbóltstjóðini, Onglandi.

Verðin stóð sum kánus, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í dystinum! Ísland vann 2-1 á Onglandi, og slapp harvið víðari til kvartfinalurnar, har teir skulu møta Fraklandi á Stade de France leikvøllinum í París.

 

Eingin hevði væntað at grannatjóð okkara hevði nakran livandi kjans móti Onglandi, men stríðsviljin, liðspælið og vinnarahugburðurin hjá Íslendingunum prógvaði nakað heilt annað!

 

Sunnukvøldið 03. juli skulu síðstu kvartfinalurnar spælast á hesum sinni. Frakland tekur ímóti Íslandi á Stade de France leikvøllinum í París.

Dysturin verður vístur á stórskíggja í Løkshøll! Dysturin byrjar klokkan 20:00, og dyrnar lata upp kl. 19:30!

 

Lat okkum møta fjøllment upp og stuðla grannatjóð okkara!

Tiltakið er ??KEYPIS!

 

Vit síggjast í Løkshøll!

 ÁFRAM ÍSLAND!!!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder