Vinna

Íslendingar veiddu 426.852 tons av svartkjafti, sild og makreli í fjør

...

2016-01-19 05:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sambært uppgerð frá íslendsku Fiskastovuni so veiddu íslendingar tilsamans 426.852 tons av svartkjafti, sild og makreli í 2015.

Sild: Av sild fiskaðu íslendingar 42.626 tons, harav fiskaðu teir 39.119 tons (91,8%) í íslendskum sjógvi, 3.088 tons í føroyskum sjógvi og 419 tons í altjóða sjógvi - íslendska sildakvotan komandi ár verður 48.000 tons.

Makrelur: Av makreli fiskaðu teir 169,336 tons, harav fiskaðu teir 148.280 tons (87,6%) í íslendskum sjógvi, 19.507 tons í altjóða sjógvi og 1.549 tons í føroyskum sjógvin.

Svartkjaftur: Sambært uppgerðini fiskaðu íslendingar 214.890 tons av svartkjafti, her finna vit onga uppgerð, um hvar teir hava fiskað svartkjaftin, men ein uppgerð frá mai, tá ið teir høvdu fiskað tilsamans 152.000 tons av svartkjafti, sum var 70% av samlaðu kvotuni, tá høvdu teir fiskað 94.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi, so um vit meta, so kunnu vit róliga siga, at íslendingar hava fiskað minst helmingin av svartkjaftakvotuni í føroyskum sjógvi.

Íslendska svartkjaftakvotan fyri 2016 er 139.021 tons.

Les meira HER.

Tað at bannað er íslendingum at selja makrel til Russland hevur stóra ávirkan á íslendsku tjóðina - les HER.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder