Vinna

Ísland verður við til HM, sum verður komandi summar

...

2017-10-09 21:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Við 2-0 sigrinum á Kosovo í kvøld, hevur Ísland tryggjað sær rætt til HM-kappingina komandi summar, sum verður í Russlandi.

Í dystinum í kvøld, legði Gylfi ??ór Sigurðsson Ísland framum í 40 minutti, tað var eisini hálvleiksstøðan.

Í 68. minutti slerdi Jóhann Berg Guðmundsson sigurin fastan - 2-0 til Ísland, sum við sigrinum hevur vunnið sær pláss til HM komandi summar.

Tillukku Ísland.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder