Politikkur

Ískoyti til foreldur, sum ynskja at ansa børnum sínum heima

...

2016-02-24 22:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Stendur tað upp til Nýtt Sjálvstýri so skal løgtingslógin um dagstovnar og dagrøkt broytast, soleiðis at kommunur kunnu veita peningaligt ískoyti til foreldur, sum ynskja at ansa børnum sínum heima.

Neyðugt er við eini lógarbroyting.

Í Danmark hevur hetta tilboðið verði galdandi síðani 2002.

Longri heima hjá børnunum

Hetta uppskotið hevur til endamáls at geva foreldrum møguleika t vera longri heima við børnunum, umframt at geva foreldrum ein meira fleksiblan møguleika at seta dagligdagin saman sum er best fyri einstøku familjuna.

Tilboðið vil eisini koma væl við hjá familjum ið velja at flyta til Føroya, men sum ikki hava fingið dagstovnapláss til børnini uppá pláss.

Fíggjarligar avleiðingar

Uppskotið til samtyktar hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landið, av tí at hetta bert er ein lógarbroyting, sum gevur kommununum møguleika at veita tilboðið til sínar borgarar.

Uppskot

til

samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at dagføra og endurskoða løgtingslógina um dagstovnar og dagrøkt, soleiðis at kommunur kunnu veita peningaligt ískoyti til foreldur, sum ynskja at ansa børnum sínum heima.

Viðmerkingar

Ansing av egnum børnum

Demografisku avbjóðingarnar sum vit standa yvirfyri í Føroyum, krevja politisk átøk. Allir flokkar eru á einum máli um, at ein av midlunum fyri at rætta upp uppá skeiklaða aldursbýtið og skapa fólkavøkstur, er at betra um umstøðurnar hjá smábarnafamiljunum. Tilboðið ???Ansing av egnum børnum??? verður av undirritaðu mett at vera eitt beinrakið átak, sum vil bøta munandi um trivnaðin hjá smábarnafamiljum, og stimbra undir tilflyting til Føroya.

Tilboðið gongur í stuttum út uppá, at foreldur kunnu móttaka kommunalt ískoyti fyri at vera heima og ansa sínum egnu børnum, í staðin fyri at bjóða teimum dagstovnatilboð. Tilboðið verður brúkt í ymiskum kommunum í Danmark, har ískoytið er uml. 5-7.000 kr. um mánaðan fyri børn millum 0-3 ár og uml. 3-4.000 kr. um mánaðan fyri børn millum 4-6 ár. Ískoytið kann veitast í upp til eitt ár.

Eitt slíkt tilboð vil uttan iva vera kærkomið hjá nógvum smábarnafamiljum, og gevur foreldrunum ein góðan og fleksiblan møguleika at seta dagligdagin saman útfrá egnum tørvi. Tilboðið vil eisini gera tað, at trýstið inn á kommunalar ansingarstovnarnar minkar nakað, og at kommunur møguliga kunnu útseta nýbygging og útbygging av ansingarstovnum.

Fyri at kommunurnar kunnu veita hetta tilboð, krevst ein broyting í § 3 í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006. Greinin skal broytast, soleiðis at kommunur framyvir skulu hava møguleika at veita peningaligt ískoti til foreldur, sum ynskja at vera heima hjá børnunum. Undir verandi lóggávu, hava kommunurnar bara loyvi til at veita tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt.

Í Danmark bleiv hetta tilboðið til veruleika í 2002 og nógvar kommunur hava síðan tað valt at gera brúk av hesum, m.a. Odense Kommune. Í samrøðu við hesa kommunu kom fram, at tað eru serliga fólk sum flyta til kommununa, ið velja at brúka skipanina, inntil tey hava fingið eitt fast ansingarpláss til barnið. Skipanin er sostatt ein ítøkilig hjálp í tíðarskeiðnum tá familjur flyta til. Tað eru í løtuni uml. 40-60 børn ið verða passaði undir hesi skipan, í mun til tey uml. 8.500 ansingarplássini sum kommunan hevur. Tað er tí ikki eitt stórt tal av familjum ið brúka hendan møguleikan í løtuni.

Tað eru ymiskar treytir ið eiga at verða uppfyltar, fyri at foreldur kunnu fáa eina slíka umsókn góðtikna. Foreldrið ið ynskir at vera heima hjá barninum/børnunum, kann ikki fáa forsorgarhjálp, lestrarstuðul ella hava nakra arbeiðsinntøku í tíðarskeiðnum. Foreldrið skal vera búsitandi í Føroyum í tíðarskeiðnum sum ískoytið verður útgoldið, og man hevur rætt til ískoytið so skjótt sum barnið kann setast á bíðilista til dagstovn. Afturat hesum eigur familjan at fáa vitjanir av einum heilsusjúkrafrøðingi ella øðrum fakpersóni í tíðarskeiðnum. Týttleikin og umfangið av vitjanum kann ásetast í játtanini av umsóknini.

Fíggjarligar avleiðingar: Tað eru ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landið, av tí at hetta bert er ein lógarbroyting, sum gevur kommununum møguleika at veita tilboðið til sínar borgarar. Tað er tó fult og heilt upp til kommunurnar, um tær velja at veita hetta tilboð ella ikki, eins og tað er upp til kommunurnar, hvørjir ískoytissatsir skulu vera galdandi og hvussu langt tíðarskeiðið skal vera.

Sosialar avleiðingar: Uppskotið hevur til endamáls at geva foreldrum møguleika at vera longri heima við børnunum, umframt at geva foreldrum ein meira fleksiblan møguleika at seta dagligdagin saman sum er best fyri einstøku familjuna. Tilboðið vil eisini koma væl við hjá familjum ið velja at flyta til Føroya, men sum ikki hava fingið dagstovnapláss til børnini uppá pláss.

Á Løgtingi, tann 18. februar 2016

Bárður Kass Nielsen Kári P. Højgaard

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder