Ítróttur

ÍSF skjalfest tørvin hjá øllum ítróttagreinum

...

2015-06-11 13:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

ÍSF leggur í dag fram nýggja frágreiðing um umstøðurnar hjá øllum ítróttagreinum í Føroyum. Í frágreiðingini, sum kallast ???Íðkandi og og ítróttaanlegg í Føroyum,??? skjalfestir ÍSF, hvussu nógv íðkandi eru í hvørjari ítróttagrein, hvørji ítróttaanlegg eru í Føroyum, og hvussu umstøðurnar hjá ymsu ítróttagreinunum eru.

ÍSF hevur í mong ár havt tørv á at fáa skjalfest, hvussu nógv íðkandi eru, og undir hvørjum umstøðum tey íðka. Hetta er týdningarmikið fyri almenna kjakið og áhaldandi samskiftið hjá ítróttasambandinum við almennar myndugleikar. Nú fyriliggur skjalið á fyrsta sinni, og tað vísir m.a., at 15.633 íðkandi eru í Føroyum.

Frágreiðingin vísir eisini, hvussu nógvir fótbóltsvøllir, sparkivøllir, ítróttahallir, fimleikahallir, svimjihyljar, rennibreytiro.s.fr. eru í Føroyum. Víst verður á, at summar ítróttagreinir als ongar hentleikar hava til at mennast, og at støðan hjá teimum er álvarslig. Í fleiri førum verður víst á, hvar trýstið á ítróttaanleggini er størst ??? og minst.

Frágreiðingin er ein lýsing av støðuni, sum hon er í juni 2015. ??tlanin er at dagføra hana við jøvnum millum, so neyv hagtøl altíð eru til taks. ÍSF leggur í dag frágreiðingina fram almenninginum, myndugleikum og øðrum áhugaðum til kunningar.

Frágreiðingin kann lesast her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder