Ítróttasamband Føroya er á gáttini at seta nýggju talgildu skrásetingarskipanina Ask í verk. Føroysk ítrótt hevur leingi havt stóran tørv á at bøta um sítt hagtalstilfar, og nýggja talgilda skrásetingarskipanin er eitt stórt fet rætta vegin.
-Higartil hevur ikki borið til at svara grundleggjandi spurningum, sum eitt nú hvussu nógv fólk eru virkin innan ítrótt í Føroyum ella í hvørjum aldri gevast tey flestu at íðka ítrótt? Tað sigur seg sjálvt, at tað verður lættari at raðfesta, stýra og stinga út í korti við góðum hagtølum, sigur Jarvin Feilberg Hansen, ráðgevi í ÍSF.
Askur verður eitt sera hent amboð hjá øllum ítróttafeløgum kring landið og hjá sersambondum. Skipanin fer at lætta munandi um umsitingarpartin og letur dyrnar upp fyri, at limagjald og onnur viðkomandi viðurskifti fara umvegis eina og somu skipan.
-Hon er ein góð loysn fyri øll ítróttafeløgini og sersambondini, sum mangan eru ómetaliga viðbrekin, um ávísir persónar, ið hava havt eitt fast ábyrgdarøki í nógv ár, gevast. ??ll kunnu hava ábyrgdina av Aski, og við skipanini fer umsitingin hjá ítróttafeløgunum at gerast nógv smidligari, sigur Fridolin Bic, sum hevur ment skipanina.
Askur er nú komin so mikið áleiðis, at nøkur feløg eru byrjað at skráseta sínar limir í skipanini. Eitt teirra er Havnar Svimjifelag, sum seinastu seks mánaðirnar hevur roynt nýggju skrásetingarskipanina. Svimjifelagið letur væl at Aski.
- Vit hava við góðum royndum brúkt bæði online tilmeldingina og limakartotekið. Hjá okkum og ikki minst limunum hevur tað verið ein lætti at sleppa undan, at fólk standa í longum røðum í svimjihøllini fyri at melda seg til einstøku liðini í svimjiskúlanum í Havnar Svimjifelag. Nú kunnu tey sita heima við hús og melda til, sigur ??li Garðshorn, nevndarlimur í Havnar Svimjifelag.
ÍSF er farið undir at kunna feløg um skipanina, og bæði vónar og væntar, at ítróttafeløgini taka væl ímóti skipanini. Rættiliga nógv feløg hava longu skrásett seg í skipanini. Feløg, sum framvegis ikki hava skrásett sett seg, skulu seta í sambandi við skrivstovuna hjá ÍSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald