JN

ÍSF hevur evniskvøld á Giljanesi mikukvøldið

...

2018-02-06 10:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikukvøldið 7. februarskipar ÍSF fyri einum evniskvøldi í Vágoynni ??? í skúlanum á Giljanesi. Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum í ítróttafeløgunum í Eysturoynni. Endamálið við tiltakinum er at kunna feløgini um ÍSF.

Evnini, sum verða viðgjørd, eru m.a.:

  • Bygnaðurin í ÍSF
  • Skattaviðurskifti hjá ítróttafeløgum
  • Etisku leiðreglurnar
  • Doping
  • Tryggingarviðurskiftir
  • Rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur
  • Skeiðsvirksemi
  • o.a.

ÍSF hevur sett sær sum mál at koma út til øll økini í landinum at kunna um virksemið hjá ÍSF.

Tiltakið byrjar klokkan 19 og er í umleið 2 tímar.

ÍSF ferðast eisini til:
Klaksvíkar 21. mars
og var í Runavík 24. januar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder