Petur Elias Petersen, ÍSF forseti, stríddist til seint í gjárkvøldið at skipa alt tað praktiska, og fáa øll tey ferðandi upp á pláss í Bermuda.
Tað var trupult, at fáa øll tey 140 ítróttarfólkini og ferðandi upp á pláss í gjárkvøldið í Bermuda.
Sjálvt um umboð frá ??SF høvdu verið á hvørjum hotelli og kunna tey um tey ferðandi, sum vóru á veg úr Føroyum, so var alt ikki klárt tá ítróttarfólkini komu. Hjá fleiri var bland komið í nøvnini.
Hetta gjørdi, at onkur mátti bíða í fleiri tímar eftir, at eitt kamar varð tókt.
Umstøðurnar hjá flogbóltinum vóru heldur ikki so góður, sum tey høvdu ynskt sær.
- Eg havi sovið millum lítið og onki í nátt, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF forseti
Hoyr samrøðu við Petur Elias Petersen á http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/07/12/isf-forsetin-hevur-naestan-ikki-sovid
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald