Politikkur

I???m a dreamer

...

2014-12-31 00:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyskt sjálvræði verður ofta sæð sum nakað abstrakt og loysingarfólk sum vitleysir droymarar. ???You may say I???m a dreamer / But I???m not the only one??? sang John Lennon á sinni. Hesu kendu orð hjá John Lennon, sála, eru eins viðkomandi í dag, sum tey vóru, tá ið tey vóru skrivaði. Uttan hugsjónir og dreymar koma vit ongan veg! Mín dreymur eru einar sjálvstøðugar Føroyar við samhaldsfesti og javnstøðu.


Vit hava egna mentan, egið mál og egið flagg. Hetta gevur ein felags samleika, og er hetta vanliga tað, ið eyðkennir eitt fólk. Føroyska málið og flaggið hava vit søguliga verið noydd at barst fyri, soleiðis, at vit í dag kunna brúka tað. Føroyska málið varð sæð sum ómentað av sambandsfólki og dønum, og kundi ikki brúkast í skúla og kirkju. Hildið var, at Gud, sum kundi telja hvørt hár á tínum høvdi, ikki dugdi føroyskt. Hetta er ímyndin av føroyskari undirbrotligheit. Ein kensla, sum tíverri enn er rótføst í nógvum føroyingum. Veruleikin er tó, at vit eru eitt av teimum ríkastu londunum í øllum heiminum. Vit hava ríkt náttúrutilfeingi og dugnaligt fólk, ið hevur allar fortreytir fyri at skapa eitt samfelag, ið stendur á egnum beinum.

Tað eru ikki bara føroyingar, ið hava droymt. Nevnast kunnu fólkið í San Marino, Íslandi og Malta. Lond, sum í dag eru sjálvstøðug. Hetta eru fólk, ið eins og vit, hava droymt um ein sjálvstøðugan stat, og sum í dag hava tað. Tjóðveldisfólk hava altíð verið fataði sum vitleysir droymarar. Líka síðani væl kenda jólafundin í 1888 hava loysingarfólk stríðst fyri einum landið við egnari mentan og egnum málið. Ein sambandsmaður segði einaferð, at føroysku beinini ikki vóru gjørd til at ganga á asfalteraðum vegum. Hetta munnu øll halda vera ørt í dag. Vænti at fólk um nøkur ár eisini fara at halda tað vera ørt, at vit ikki ynsktu at taka ábyrgd av egnum landi fyrr enn so seint. Tað munnu t.d. vera fáir íslendingar, ið ynskja undir danskan kong aftur og harvið geva frá sær sítt sjálvræði.

Bardagin fyri einum frælsum Føroyum steðgar ikki fyrr enn vit endaliga eru sjálvstøðug tjóð. Hetta eru hugsjónir og dreymar, ið eru við til at førka okkum framá sum fólk og land. Brotið ???You may say I???m a dreamer / But I???m not the only one??? hjá John Lennon lýsir tjóðveldisrørsluna avbera væl. Vit eru droymarar og vit gevast ikki fyrr enn Føroyar er sjálvstøðug tjóð.

Tráin Petursson Nónklett,
formaður Unga Tjóðveldisins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder