Ítróttur

Altjóða hondbóltsstevna: Smyril Line Cup 2015

...

2015-02-12 05:17 Author image
placeholder

Morsten Hust Petersen o.a. hava saman við Tórshavnar kommunu og Smyril Line fyrireikað fyrstu altjóða hondbóltsstevnuna í Føroyum - Stevnan verður hildin um páskirnar í Tórshavn.

Hondbóltsstevnan verður fyri bæði gentur og dreingir í bólkunum U14 og U16.

Enn er ikki heilt greitt, hvussu nógv ungfólk koma hendanvegin á páskum, men greitt er, at fleiri lið koma úr Danmark. Tað verður í løtuni arbeitt við at fáa enn fleiri úr Danmark, eins og roynt verður, at fáa lið úr Norra og Íslandi, at koma við á stevnuna.

Upprunaliga tilmeldingarfreistin var 1. februar, men av tí, at m.a. tey føroysku hondbóltsfeløgini hava verið ivasom, so er tilmeldingarfreistin longd til 16. februar.

Hondbóltsstevnan verður, sum vit eisini kenna slíkar stevnur frá øðrum londum, leikararnir koma at búgva á skúlum í Havn.

Liðini sum koma uttanlanda frá koma mánadagin 30. mars til Føroyar við Norrønu. Fyrstu dystirnir verða leiktir mánadagin 30. mars. Liðini koma at spæla nógvar dystir týsdagin og mikudagin - finalan verður seint mikukvøldið ella fyrrapartin hósdagin, tað verður avgjørt, tá ið longda tilmeldingarfreistin er farin 16. februar.

Morten Hust Petersen sigur við JN.fo, at arbeitt verður við, at øll sum koma hendanvegin og føroyingarnir eisini, fáa eina ógloymandi uppliving - og leggur Morten afturat - Vónandi verður henda altjóða hondbóltsstevnan eitt afturvendandi tiltak hvørji páskir - eisini heldur Morten Hust Petersen, at eitt slíkt afturvendandi tiltak kundi givið føroyska hondbóltinum nógv, her hugsar hann serliga um royndirnar hondbóltsleikararnir fáa á eini slíkari stevnu og kennskapin við okkara grannar.


Les meira á myndini niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder